Bookmark and Share     Sitemap  

Nýggj spennandi skeið á Húsarhaldsskúla Føroya

Nú er møguligt at melda seg til skeið í:
  • Lær at seyma buksur til tann føroyska búnan - vikuskiftisskeið
  • Lær at seyma vest til tann føroyska búnan - vikuskiftisskeið
  • Brodering til føroysk klæðir og annað - vikuskiftisskeið
  • Skeið í matvørureinføri - dagskeið
  • Lær at seyma kot til tann føroyska búnan - vikuskiftisskeið
  • Heilsugóður matur/ymiskt handarbeiði - vikuskiftisskeið
 
Skeiðini byrja longu í mars mánað og talið av plássum er avmarkað. Tí viðmæla vit skjóta tilmelding. Møguligt er at gista á skúlanum til øll skeiðini og tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum og fáa meira at vita um skeiðini.
 

 

Kom á Húsarhaldsskúla 2012

Vælkomin á Húsarhaldsskúla Føroya til eitt
7 mánaða húsarhaldsskeið, sum heilt víst
verður ein ógloymandi tíð! Samanhald, út-
ferðir, skemt og undirhald verður saman-
flættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur
ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at
eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur
av tí góða samanhaldinum, so halt teg
ikki aftur!
 
Útbúgvingin byrjar í august og endar í
februar 2013. 
 



 

Skeið í matvørureinføri

Fyri teg, ið ætlar at veita mat til ferðafólk í
egnum heimi.
Skeiðið er 27. april kl. 9.00 - 16.00.
 

 

Ein væleydnað handarbeiðsframsýning

Týsdagin 14. februar hevði Húsarhaldsskúlin opið hús og í hesum sambandi varð skipað fyri mótasýning, handarbeiðsframsýning og café.

Sí myndir frá degnum >>

 

.........................................................

Nýggjur filmur um húsarhaldsskúlan

Húsarhaldsskúli Føroya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 Klaksvík - Føroyar | Tlf.: +298 456974 | hsf@olivant.fo