Tey 8 kostráðini eru hyggjuráðini í gerandisdegnum til eina heilsugevandi javnvág millum mat og rørslu. Her sært tú ikki bara, hvat tú skalt velja, men samstundis hvat tú skalt nýta lítið av.
Livir tú eftir kostráðunum, fært tú tey vitamin, mineral og onnur týdningarmikil føðsluevni, sum kroppinum tørvar. Tú ert í minni vanda fyri at fáa lívsstílssjúkur sum hjarta- og æðrasjúkur, sukur sjúku (týpu 2-diabetes) og krabbasjúkur, og tú fyribyrgir ovurfiti.
Kostráðini eru ikki klænkiráð, men ráð um hvat krevst fyri at liva eitt heilsugott lív. Vilt tú klænka – so ger kostráðini til tín lívsstíl, men et minni verðir og rør teg meira enn 30 minuttir um dagin. Á henda hátt klænkar tú skilaliga, soleiðis at tað gerst lættari at halda hóskandi vekt, og tú fært góðar mat- og rørsluvanar.
Meginparturin av Føroya fólki kann fáa gagn av at liva eftir kostráðunum; tó ikki børn, ið eru yngri enn 3 ár, eldri fólk við ringum matarlysti og fólk, sum av sjúkuávum mugu eta serligan kost.
 |
|
Et frukt og grønmeti (6 stk. um dagin)
|
 |
|
Et ofta fisk og fiskaviðskera
|
 |
|
Et epli, rís ella fullkornpasta og grovt breyð hvønn dag
|
 |
|
Ver sparin við sukri, serliga úr sodavatni, góðgæti og køkum
|
 |
|
Ver sparin við feitti, serliga úr mjólk, mjólkaúrdrátti og kjøti
|
 |
|
Et fjøllbroytt og hald eina hóskandi vekt
|
 |
|
Sløkk tostan við vatni
|
 |
|
Rør teg í minsta lagi 30 min. dagliga
|

Heinta niður tey 8 kostráðini sum pdf-fílu her >>