
Leyksúpani við ostbreyði - 6 fólk
|
Tilfar:
500 g av leyki
1 súpisk. av olju
3 bátar av hvítleyki
1 súpisk. av papriku
1½ ltr. av vatni
4 neytabótarmolar
2 lavberjabløð
Salt og pipar
Ostbreyð:
50 g av rivnum osti 20-30+
½ tesk. av papriku
6 flísar av langbreyði
|
Arbeiðsháttur:
- Sker leykin í helvt og í tunnar flísar eftir tægrunum
- Hita oljuna í einari grýtu og brúnka leykin í 5 min.
- Sker hvítleykin smátt og koyr í saman við restini av tilfarinum
- lat kóka undir loki í 10 min. og smamma til við salti og pipari
- Blanda rivna ostin og paprika saman og legg oman á langbreyðflísarnar
- Hita ovnin, 220° , og grilla langbreyðflísarnar, til osturin er vorðin brúnligur
- Legg ostbreyðið í súpanarborðiskin og oys súpanina omanyvir
|
Føðsluvirði pr. 100 g súpan:
Orka 88 kJ/21 Kcal - Eggjahvítaevni: 0,7 g - Feitt: 0,8 g - Kolvæta: 2,7 g
Føðsluvirði 1 langbreyð við osti:
Orka 310 kJ/74 Kcal - Eggjahvítaevni: 3,9 g - Feitt: 1,9 g - Kolvæta: 10,3 g