
Pastusalat við skinku - 8 fólk
|
Tilfar:
200 g av pastu skrúvum,
pennum ella tílíkum
1 lollorosasalat
½ reyðleykur
6 sólturkaðar tomatir
1-2 gularøtur
8 sherrytomatir
1 dós av meisi
200 g av skinkubitum
møguliga 1 lítið glas av svørtum oljuberjum
Dressingur:
2 súpisk. av olju
2 súpisk. av ediki
2 tesk. av sitrónsevju
3 súpisk. av vatni
1 tesk. av salti
¼ tesk. av pipari
1 bátur av hvítleyki (pressaðum)
|
Arbeiðsháttur:
- Kóka pastuna í uml. 15 min. og set at kølna
- Sker salatið, leykin og sólturkaðu tomatirnar smátt. Flys gularøturnar í tunnar, langar álir við eplaflysaranum og sker sherrytomatirnar í helvt
- Blanda alt tilfarið saman og koyr í eina stóra skál
- Blanda alt tilfarið til dressing saman, og stoyt oman yvir salatið
|
Føðsluvirði pr. 100 g kjøtbreyð:
Orka 659 kJ/157 Kcal - Protein: 6,6 g - Feitt: 4,6 g - Kolvæta: 21,9 g

Reyðrótasalat - 4 fólk
|
Tilfar:
100 g av reyðrótum
100 g av gularótum
1 súrepli
50 g av hvítkáli
50 g av valnøtum
1 dl av súrgaðari mjólk
salt og pipar
|
Arbeiðsháttur:
- Rív reyðrøturnar, gularøturnar og súreplið grovt
- Sker hvítkálið í tunnar álir og valnøturnar í fýra
- Blanda alt tilfarið saman og smakka til við salti og pipari
|
Orka pr. 100 g: 347 kJ/82 Kcal - Fiti: 4,4 g

Høsnasalat við jarðberjum - 4 fólk
|
Tilfar:
2 høsnarungabringur
olja
salt og pipar
paprika og sitrónpipar
200 g av blandaðum salati
Dressingur:
2 súpisk. av olju
1 súpisk. av hindberjaediki
ella balsamiko, hvítum
150 g av frískum jarðberjum
2 súpisk. parmesanflykrur
|
Arbeiðsháttur:
- Pensla høsnarungabringurnar við olju og stroy kryddevnini omanyvir
- Hita eina pannu og steik høsnarungabringurnar í uml. 10 min. á hvørjari síðu
- Legg salatið á eitt fat
- Sker høsnarungakjøtið í 1 cm tjúkkar flísar og legg oman yvir salatið
- Blanda tilfarið til dressingin saman og stoyt oman yvir salatina
- Sker jarðberini í helvt og legg jarðberini omaná salatið og stroy við parmesanflykrunum
|
Orka pr. 100 g: 428 kJ/102 Kcal - Fiti: 6 g