400 g Pasta ella tortelini við fyllu
2 leykir
1-2 bátar hvíttleyk
1 súpisk olju
2 dós tomatir, flustar
2 piparfruktir (reyða og grøna)
250 g champignon
1-2 tsk basilikum
1-2 tsk timian
1 tsk muskat
salt og pipar
2 dl róma
200 g skinkustrimlar
200 g ost, rivnan
Arbeiðsháttur:
1. Kóka tortellini sum víst til á pakkanum
2. Sker leykirnar smátt, pressa hvíttleykin og brúnka teir í olju í eini grýtu
3. Koyr tær flustu tomatirnar í saman við kryddaríðunum uttan muskat og lat smákóka til eitt sindur av vætuni er fordampað
4. Sker piparfruktir í strimlar og champignon í flísar, koyr í rættin og lat hann kóka í 10 min.
5. Koyr róma, skinkustrimlar og muskat í og lat koma uppá kók aftur
6. Koyr tortelini í eitt ovnfast fat og sósina omanyvir
7. Dryssa rivna ostin omanyvir og set fatið í heitan ovn 200 c í uml. ½ tíma