Húsarhaldsskúli Føroya - Klaksvíkar Húsmøðrafelag.
Í Klaksvík eru hesi bæði orð óloysiliga knýtt at hvørjum øðrum. Kvinnurnar í Klaksvíkar Húsmøðrafrelag, ið fingu hugskotið til húsarhaldsskúlan, vóru kvinnur, sum stríddust og treiskaðust í langt áramál og at enda fingu sett Húsarhaldsskúlan á stovn.Klaksvíkar Húsmøðrafelag var stovnað 18. juni 1951, og fyrsta húsarhaldsskeiðið var hildið á vári 1952. Corintha Jónsson (Højgaard) var útbúgvin húsarhaldslærarinna tá, og hon játtaði at fara undir hesa fyrstu royndina. Í fimti árunum vóru húsarhaldsskeið hildin í Gamla Skúla, og tá var Lena Andersen lærari. Seinni, tá Tekniski skúli var liðugur vóru bæði fundir og skeið hildin har. Myndnin niðanfyri vísir húsarhaldsnæmingar hjá Lenu Andersen á heysti 1959.
Umframt húsarhaldsskeiðini var í fimtil árunum eisini skipa fyri seymiskeiðum, tveir designarar úr Danmark hildu eitt seks mánaða skeið, hetta var nærmast ein rættulig útbúgving, og fleiri seymikonur í bygdini tóku lut. Sum frá leið var virksemið hjá Húsmøðrafelagnum vori alt meira umfatandi og felagið fór undir at skipa fyri kvøldskúla -fyrstu tíðina í enskum, bókbinding, fimleiki og handarbeiði.
Í 1967 keypti Húsmøðrafelagið húsini við Stoksoyrarvegin. Tankin um at fáa sett ein veruligan húsarhaldsskúla á stovn var gamal, og keypi av húsinum skuldi gera henda tanka til veruleika.