|
|
|
Ymisk skeiðir
1.
Lær at seyma Kot til tann føroyska búnan
Vikuskiftisskeið 05.-06. mars og 12.-13. mars
Skeiðið: er fríggjadag og leygardag frá kl. 9:00 – 17:00
Undirvísari: Gunhild Arge
Kostnaður: fyri skeiðið er 900,- kr. íroknað er døgurði og kaffi, ikki tilfar.
Skeiðið er fullteknað og tú kanst koma á bíðilista
2.
Lær at seyma buksir til tann føroyska búnan
Vikuskiftisskeið 12.-13. mars og 19.-20. mars
Skeiðið: er fríggjadag og leygardag kl. 9:00 – 16:00
Undirvísari: Jenny Kastalag
Kostnaður: fyri skeiðið er 800,- kr. íroknað er døgurði og kaffi, ikki tilfar.
Skeiði er fullteknað og tú kanst koma bíðilista
3.
Lær at seyma vest til tann føroyska búnan
Vikusskeið 12.-16. apríl
Skeiðið: er allar dagarnar fra kl. 9.00 – 16.00, tó frí. til kl. 15.00
Undirvísari: Jenny Kastalag
Kostnaður: fyri skeiðið er 1.000,- kr. íroknað er døgurði og kaffi, ikki tilfar.
Skeiðið er fullteknað og tú kanst koma á bíðilista
4.
Brodering til føroysk klæðir og annað
Vikusskeið 12.-16. apríl
Skeiðið: er allar dagarnar fra kl. 9.00 – 16.00, tó frí. til kl. 15.00
Frálæra verður givin í at tekna mynstur til fyriklæð og turriklæð til føroysk klæðir úr føroysku floraðini,og í brodering og montering. Møguleiki er eisini at brodera og at tekna mynstur til ymisk annað so sum gardinur og dúkar.
Undirvísari: Jutta Hansen
Kostnaður: fyri skeiði er 1.000,- kr. íroknað er døgurði og kaffi ikki tilfar.
Skeiði er fullteknað og tú kemur á bíðilista
5.
Dominobinding, Patchworkseyming, føroysk bond
Vikusskeið 12.-16. apríl
Skeiðið: er allar dagarnar fra kl. 9.00 – 16.00, tó frí. til kl. 15.00
Frálæra verður givin í grundteknikkinum í dominobinding. Spennandi og ørvísi bindingarháttur sum kann nýtast til alskins ting og pløgg. Frálæra verður eisini givin í patchwork seyming bæði við hond og maskin. Umframt verður møguleiki fyri at læra at virka hosubond, tóltra, bregda eisini úr silvuri og kobbari til smykkur.
Undirvísari: Paulina Eliasen
Kostnaður: fyri skeiðið er 1.000,- kr. íroknað er døgurði og kaffi, ikki tilfar.
Skeiði er fullteknað og tú kemur á bíðilista
6.
Skeið í matvørureinføri/ heilsugóðum mati
18.-19. mars
Skeiðið: er frá kl. 9.00 – 16.00
Skeiði er ætla fólkum, sum arbeiða við mati á dagstovnum,
sambýlum, kantinum o.ø
Undirvíst verður um: Matgerð og goymsla. Hitaviðurskifti,
bakteriuvøkstur, bakteriusløg, dálkan og krossdálkan.
Reingerð: Reingerðisevnir og goymsla, reingerð og reingerðisætlan.
Persónligt reinføri: Klæðir og annað.
Kostráðini: Tilráðingar um heilsugóðan kost
Vørulýsingar: læra at lesa vørulýsingar
Undirvísarar: Joan Djordjevic og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður: 2.500,- kr. íroknað mat og tilfar
7.
Heilsugóður matur/ymiskt handarbeið
Vikuskeið frá 03.-07. mai Skeiðið er fullteknað
Vikuskeið frá 17.-21. mai Skeiðið er fullteknað
Vikuskeið frá 31. mai - 04. juni
Vikuskeið frá 07. juni - 11. juni
Frálæra verður givin í heilsugóðum mati, ymiskum handarbeið so sum silkimáling, brodering, føroysk bond, seyming, o.a.
Undirvísarar: Jutta Hansen, Paulina Eliasen, Jenny Kastalag,
Joan M. Djordjevic og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Skeiðið er eitt vistarskeið.
Kostnaður 1.800 kr. Íroknað er matur og gisting.
...
Tilmelda skal verða í seinasta lagi 1 viku áðrenn skeiðið byrjar og tilmeldingin er bindandi. Møguleiki er fyri at gista á skúlanum, til øll skeiðini.
Fleiri upplýsingar um skeiðini fáast við at venda sær til skúlan. Viðmerkjast skal at tað er avmarkað luttøka til øll skeiðini
Tilmelda skeiðini online her!
|
 |
|