Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða liðugt og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.
Sum naka nýtt hava næmingarnir skipa fyri einari spennandi mótasýning.
Undirvíst hevur verið í handarbeiðslærugreinunum, binding, tilskering, seyming,, patchwork, silkimáling, brodering, føroysk bond.
Á framsýningini verður eisini høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa ein góðan køkubita, sum næmingarnir hava baka afturvið einum góðum kaffimunni.
Sum nakað nýtt verður opið hús har vitjandi, kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.
Framsýningin er opin týsdagin 16.02 frá kl. 16:00 – 21:00.