Hvat krevst

Tú skalt verða fylt/ur 16 ár tá skeiðið byrjar. Útbúgvingin er bæði fyri gentur og dreingir

Tit búgva á skúlanum:
Skúlin hevur búpláss til allar næmingarnar, tí verður eitt ½ ár á HSF ein ógloymandi tíð. Samanhald, útferðir, skemt og undirhald verður samanflættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur av tí góða samanhaldinum, so halt teg ikki aftur!

Frítíðarmøguleikar í býnum:
Klaksvík er ein virkin býur, og nógv er at fara til. Her er m.a café, matstova, discotek, biografur, svimjihøll, ítróttarhæll v.m.