Útbúgvingin sum heild:
HSF hevur eitt fjølbroytt úrval av lærugreinum. Afturat vanligari undivísing, er ein partur av undirvísingini skipaður í tvørfakliga evnsviðgerð.
Evnisarbeiðið endar við framløgu fyri floksfeløgum og í onkrum føri almannakunngerð av kanningarúrslitum. Hesin arbeiðsháttur samansjóðar fakliga kunning og handaligt arbeiði, ið ger, at øll á sín hátt eftir evni og førleika fáa nógv burturúr
Onnur evni: - Fínari matgerð
- Borðeiðing
- Føroyskur matur
- Matur til ítróttarfólk
- Matur úr fremmandum londum
- Fyrstahjálp
- Brandskeið
- Útferðir og hugnakvøld
Matgerð: Heilsugóður kostur, vælsmakkandi rættir, matur úr fremmandum londum, føroyskur matur - tú fært innlit í eina fjølbroytta matmentan. Tú lærir ikki bert at matgera, men eisini at sita sum gestur við væl dekkað borð!
Hondarbeiði: Eitt spennandi og fjølbroytt úrval av møguleikum - dømi eru seyming og tilskering, skinn- og leðurarbeiði, brodering og gerð av føroyskum klæðum, silki-,áling, patchwork, applikatión - annars, hvat tú sjálv/ur kanst finna uppá.
Aðrir møguleikar á skúlanum: Ein góður partur av skeiðnum er virksemi í frítíðini. Samanhaldið er gott og møguleikarnir nógvir. Skúlin hevur m.a.: Venjingarhøli við ymiskum amboðum, teldu við interneti, sjónvarpsstovu og onnur hølir.
Tit búgva á skúlanum: Skúlin hevur búpláss til allar næmingarnar, tí verður eitt ½ ár á HSF ein ógloymandi tíð. Samanhald, útferðir, skemt og undirhald verður samanflættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur av tí góða samanhaldinum, so halt teg ikki aftur!
Nær og hvussu leingi: Útbúgvingin byrjar í august og endar í februar. Allir næmingar fáa prógv handað.
Hvat krevst: Tú skalt vera fylt/ur 16 ár tá skeiðið byrjar. Útbúgvingin er bæði fyri gentur og dreingir.
Tilmelding:
Tilmelding og nærri frágreiðing um skúlan, kostnað o.a., fæst við at ringja ella skriva til HSF.
Frítíðarmøguleikar í býunum:
Klaksvík er ein virkin býur, og nógv er at fara til. Her er m.a. café, matstova, diskotek, biografur, svimjihøll, ítróttarhøll v.m.
Onnur styttri skeið:
Í várhálvuni bjóðar skúlin ymisk styttri skeið. Dømi um evni eru: "Vigar tú ov nógv", heilsugóður matur, hondarbeiðskeið. Hesi skeið verða lýst nærri í fjølmiðlunum.
Kostnaður:Kostnaðurin fyri skeiði er 10200 kr ,800 kr er tilmeldingargjaldi og gjaldið fyri august, og annars 1600 kr um mánaðin frá sept til feb. báðir mánaðir íroknaðir. Goldið verður tann 1. í hvørjum mánaði.