
Flógv súreplaterta - 6 fólk
|
Tilfar:
6 súreplir
2 súpisk. av sukri
2 tesk. av kaneli
75 g av havragrýni
30 g av hveitimjøli
75 g av plantumargarini
2 súpisk. av sukri
50 g av skornum mandlum
50 g av rivnum marsipani
|
Arbeiðsháttur:
- Vaska súreplini, sker í bátar og legg í eitt ovnfast fat
- Blanda sukrið og kanelið saman og stroy oman yvir súreplini
- Blanda havragrýnið og hveitimjølið saman, og morla margarinið í mjølblandingina (deiggið skal ikki vera samanhangandi, men morlut)
- koyr sukrið, mandlurnar og marsipanið í deiggið og koyr tað oman yvir súreplini
- Hita ovnin til 200° og set fatið mitt í ovnin í uml. 40 min.
Afturvið:
Siropssós
|
Føðsluvirði pr. 100 g:
Orka 870 kJ/207 Kcal - Protein: 3,4 g - Feitt: 10,5 g - Kolvæta: 23,4 g