|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
| |
|
|
Kjøtbreyð við gularótum 4-6 fólk
|
Tilfar:
Kjøtdeiggj:
1 leyk
150 g av gularótum
500 g av malnum neyta- ella svínakjøti (10-12% feitt)
1½ tesk. av salti
¼ tesk. av pipari
1 egg
1 dl av hveitimjøli (60 g)
1 dl av lættimjólk
1 ltr. av kókaðum vatni
2 neytabótarmolar
1 leyk
1 glas av soppum
møguliga litevni
salt og pipar
Javningur:
1 dl av lættimjólk
4-5 súpisk. av meisenu
|
Arbeiðsháttur:
- Rív leykin og gularøturnar fínt
- Rør kjøtið væl saman við rivna leykinum og gularótunum
- Koyr restina av tilfarinum í. (Ansa eftir, at deiggið ikki gerst ov tunt)
- Evna deiggið til eitt breyð og legg tað í eitt ovnfast fat
- Koyr vatnið, bótarmolarnar og leykin í fatið
- Hita ovnin 175° og set fatið mitt í ovnin í 50-60 min.
Sós:
- Síla soðið frá kjøtbreyðinum í eina grýtu og skúma feittið omanav
- Ger javning og rør hann í, koyr sopparnar í og lat koma upp á kók.
- Koyr møguliga litevni í og smakka til við salti og pipari.
Afturvið:
Eplabátar og salat við víndrúvum
|
Føðsluvirði pr. 100 g kjøtbreyð:
Orka 583 kJ/139 Kcal - Eggjahvítaevni: 13,6 g - Feitt: 5,9 g - Kolvæta: 7,6 g
Karrygrýta 4-6 fólk
|
Tilfar:
600 g av neyta- ella svínakjøti
2 leykir
1 súpisk. av olju
2 tesk. av karry
5 dl av vatni
1 neytabótarmola
1 tesk. av salti
1 dl av kokusmjøli
1 dl av rosinum
250 g av grønmetisblanding
salt og pipar
Javningur:
2 dl av vatni
4 súpisk. av hveitimjøli
|
Arbeiðsháttur:
- Sker kjøtið í bitar og sker leykirnar grovt
- Hita oljuna í einari grýtu, brúnka kjøtið og leykirnar saman við karry
- Koyr vatnið, bótarmolan, saltið, kokusmjølið og rosinurnar í
- lat kóka undir loki í uml. 1 tíma
- Ger javning, rør hann í og lat koma uppá kók
- koyr grønmetisblandingina í og lat kóka í 5-10 min. Smakka til við salti og pipari
Afturvið:
Rís, kinakál ella icebergsalat, ananasbitar, kokusmjøl, rosinur, jarðnøtir, piparfrukt og gurku í bitum. Alt í smáum skálum.
|
Føðsluvirði pr. 100 g:
Orka 363 kJ/86 Kcal - Eggjahvítaevni: 8,4 g - Feitt: 3 g - Kolvæta: 6,3 g

Høsnarungi "Hawai" - 4 fólk
|
Tilfar:
5 ringar av ananasi
2 purrur ella 2 leykir
150 g av soppum
10 turkaðar aprikosur
sevja av 1 appilsin (uml 1½ dl)
sevja av ½ sitrón
ananassevja (1 dós)
1-2 súpisk. av hunangi
1-2 tesk. av karry
4 súpisk. av kokusmjøli
½ høsnarbótarmola
Javningur:
½ dl av vatni
2 tesk. av meisenu
1 høsnarungi
salt og paprika
|
Arbeiðsháttur.
- Sker ananasi í bitar 1x1 cm og legg í eitt eldfast fat (goym sevjuna)
- Sker purrurnar og sopparnar í flísar og aprikosurnar í helvt og koyr oman yvir ananasið
- Hita appilsin-, sitrón- og ananassevjuna í einari grýtu saman við restini av tilfarinum
- Ger javning, rør í sósina og stoyt í fatið
- Vaska høsnarungan væl og sker í helvt, krydda við salti og papriku og legg oman yvir fruktina og grønmetið
- Hita ovnin til 200° og set fatið niðarlaga í ovnin í uml. 1 tíma
|
Føðsluvirði pr. 100 g: Orka 518 kJ/123 Kcal - Protein: 9,2 g - Feitt: 6,2 g - Kolvæta: 7,4 g

Fiskur í tomat og kokussós 4-6 fólk
|
Tilfar:
800 g av toskaflaki
1 purra
1 súpisk. av olju
1-2 bátar av hvítleyki (pressaðum)
1 tesk. av papriku
½ tesk. av ingiferi
½ tesk. av kili
¼ tesk. av sísskummani
1 høsnabótarmola
1 dós av kokusmjólk (light)
1 dós av flustum tomatum
salt og pipar
Javningur:
2 súpisk. av meisenu
½ dl av vatni
|
Arbeiðsháttur:
- Sker fiskin í hóskandi stykki og legg hann í eitt ovnfast fat
- Sker purruna í tunnar flísar
- Hita oljuna í einari grýtu og brúnka purruflísarnar og hvítleykin
- koyr restina av tilfarinum í og lat kóka í uml. 5 min.
- Smakka til við salti, pipari og møguliga meira av kryddaríum
- Ger javning, rør hann í sósina og stoyt oman yvir fiskin
- Hita ovnin til 180° og set fatið mitt í ovnin í 30 min.
|
Føðsluvirði pr. 100 g:
Orka 320 kJ/76 Kcal - Protein: 8,2 g - Feitt: 1,6 g - Kolvæta: 6,6 g
|
|
| |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|