
Grovbollar - 24 stk.
|
Tilfar:
50 g av pressuger
5 dl av flógari lættimjólk
1½ tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
½ dl av olju
120 g havragrýni
350 g av hveitimjøli
At pensla við:
mjólk
|
Arbeiðsháttur:
- Loys gerina upp í flógvu mjólkini
- Koyr restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum
- Set deiggið at ganga á glógvum staði í 30 min.
- Elt deiggið aftur, evna til 24 bollar og set á bakarovnsplátu, sum er klødd við bakipappíri
- Set bollarnar at ganga á flógvum staði í 30 min.
- Pensla bollarnar við mjólk
- Hita ovnin til 200°
- og baka mitt í ovninum í uml. 15 min.
|
Orka pr. 100 g: 992 kJ/236 Kcal - Fiti: 4,9 g - Kolvæta: 37,3 - Trevjur: 5
Orka pr. stk.: 573 kJ/136 Kcal - Fiti: 2,8 g - Kolvæta: 21,5 - Trevjur: 3

Rugbreyð - 2 stk.
|
Tilfar:
Súrdeiggj, 1 port.
15 g av pressuger
1½ dl av flógvum vatni
75 g av rugmjøli
1. dagur:
1 port. súrdeiggj
1 ltr. av vatni
2 súpisk. av sukri
500 g av skornum rugkjarnum
650 g av hveitimjøli
2. dagur:
½ ltr. av vatni
2. súpisk. av sukri
2 súpisk. av salti
200 g av grahamsmjøli
400 g av rugmjøli
|
Arbeiðsháttur:
- Loys gerina upp í flógva vatninum og rør rugmjølið í
- Set deiggið at ganga á flógvum staði til næsta dag
- Rør alt tilfarið til 1. dagin saman og set deiggið at ganga til næsta dag
- Koyr restina av tilfarinum í deiggið frá degnum fyri og rør væl. Tak deiggj frá til súrdeiggj, uml. 250 g
- Koyr deiggið í tveir smurdar breyðformar (3 ltr.)
- og lat ganga á flógvum staði, til deiggið er komið upp á tromina á forminum
- Hita ovin til 190° og baka niðast í ovninum í uml. 90 min.
- Tak breyðini úr formunum og lat kølna á bakirist
|
Orka pr. 100 g: 766 kJ/182 Kcal - Fiti: 1,1 g - Kolvæta: 35,4 - Trevjur: 6,4
Skúlabreyð - 25 stk.
|
Tilfar:
50 g av pressuger
4 dl av fógvum vatni
2 dl av blaki, hvíta ella tílíkum
½ dl av olju
1 tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
100 g av rugmjøli
100 g av grahamsmjøli
100 g av sáldaðum mjøli (sigtemel)
uml. 600 g av hveitimjøli
|
Arbeiðsháttur:
- Loys gerina upp í flógva vatninum
- Koyr restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum
- Set at ganga á flógvum stað í 30 min.
- Evna 25 smá avlong breyð og set á bakarovnsplátu klæddað við bakipappíri
- Set at ganga á flógvum stað í 30 min.
- Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum í uml. 20. min
|
Føðsluvirði pr. 100 g:
Orka 961 kJ/228 Kcal - Eggjahvítaevni: 5 g - Feitt: 3,9 - Kolvæta: 41,8
Føðsluvirði pr. stk.:
Orka 586 kJ/139 Kcal - Eggjahvítaevni: 3,6 g - Feitt: 2,4 - Kolvæta: 25,5