Hvat merkir BMI?
BMI merkir "Body Mass Index" (kropsmasseindeks), og er lutfalli millum vekt og hædd. Læknar og kostráðgevarar nýta ofta henda rokningarhátt at finna útav um vektin er ov lítil, hóskandi, um tú vigar ov nógv, alt ov nógv ella um tú ert í vandabólki fyri sjúku, ið stendst av ovurfiti.
Hesar talvur eru bert vegleiðandi, og siga onki um hvar á kroppinum fitin situr.
Miðjumát: gevur eina betri mynd av hvar á kroppinum feitti situr.
Kanningar hava staðfest, at um ov nógv feitt situr um búkin "súreplaskap" og harvið eisini runt um tey innaru gøgnini, so er ein í størri vanda fyri at fáa tær sokallaðu lívsstílssjúkurnar, hjarta- og æðrasjúkur og typu 2 diabetes . Fólk, ið hava "peruskap" t.v.s. at fitin situr um endan og á lørunum eru ikki í sama vandabólki.
Fakta um miðjumát
| |
Kvinnur |
Menn |
| passaligt |
< 80 cm |
< 94 cm |
| ov nógv |
80-87 cm |
94-101 cm |
| heilsuskaðiligt |
> 88 cm |
> 102 cm |
Lutfall ímillum miðju og mjarnar:
Test
Kanna um tín fiti er undir húðini (ikki skaðiligt) ella rundanum tey innaru gøgnini(skaðiligt).
Legg teg teg niður á ryggin. Um búkurin enn er rundur og peikar uppeftir, so situr feitti rundanum tey innaru gøgnuni. Flatnar búkurin so er tað mesta av fituni undir húðuni, og tá er ikki talan um ásunnan fita.
Tú roknar BMI út soleiðis?
BMI verður roknað út við at dividera kropsvektina í kg, við hæddina, í metrum falda við hæddina í metrum.

Til útrokningarháttin skal tó viðmerkjast, at hædd verður ikki tikið fyri beinabygnaði, vøddum og kyni.
Beinabygnaður og vøddar kunnu í ávísum føri vísa eitt BMI-tal, sum liggur oman fyri 25, sum ikki treyðugt merkir, at man vigar ov nógv.